Innanlands

Fuglafjarðar kommuna: Nýggjur dagstovnaleiðari í Barnalund

Hanna Ingimundsdóttir Hansen, sum áður hevur verið varaleiðari á stovninum, er settur sum nýggjur leiðari

Hanna Ingimundsdóttir Hansen (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

Hanna Ingimundsdóttir Hansen (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

2020-08-31 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juli søkti Fuglafjarðar kommuna eftir nýggjum leiðara til dagstovnin Barnalund at byrja í september, og í dag boðar kommunan frá, at tey hava sett Honnu Ingimundsdóttir Hansen sum leiðara.

Á Facebook skrivar Fuglafjarðar kommuna soleiðis:

– Hanna Ingimundsdóttir Hansen er settur leiðari í Barnalund, nú Leila H. Hansen hevur valt at siga seg úr starvi. Hanna er útbúgvin bachelor námsfrøðingur og hevur annars verið varðaleiðari í Barnalund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder