2022-12-14 14:03

Í dag, 14. desember klokkan 20, hava tvey kór framførslu í Fuglafjarðar kirkju.
Tað er Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðin Kambsdal og barnakórið hjá Fuglafjarðar skúla undir leiðslu av Martu á Lakjuni.
Eisini luttaka solistar.
Skráin er samansett av nógvum av teimum “góðu gomlu” jólasálmunum, saman við klassikum tónum frá Mendelson og Bach.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald