Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest fuglakrím hjá heimafugli á Eiði. Hetta var í gjár, at kanningar vístu, at talan er um fuglakrím.
Fráboðanin kom týskvøldið, og farið varð á staðið. Har vóru høsn, sum vóru í høsnarhúsi við girðing runt um og dunnur, sum vóru í girðing tætt við. Flestu av hønunum og ein dunna vóru deyð innanfyri tveir dagar.
Tað, sum er eftir av hønum og dunnum verður avlívað og burturbeint. Tað er ikki endaliga staðfest, hvat slag av fuglakrím, talan er um, men sannlíkt er ikki talan um HPAI H5N1, sum hevur herjað í Evropa seinastu árini, men um HPAI H5N5, sum hevur verið ávíst av og á, m.a. hjá villfugli í Norðurnoregi og Finnlandi.
Av tí, at tað er sannlíkt, at smittan kemur frá villum fugli, verður heitt á fólk, sum hava heimafugl, um at vera serliga ansin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald