Fyri tíð síðan fekk Vága kommuna ein fyrispurning frá Føroya Fuglafrøðifelag, um at fáa framleitt og sett upp nøkur fuglaskelti, sum vísa hvørjir fuglar búleikast í nærumhvørvinum, og nú eru fýra skelti sett upp í kommununi.
– Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum. Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, so hesi fuglaskelti fylgja sama leisti sum tey vit kenna yvir merkisverd støð, søgur og persónar, sum vit longu hava fleiri av í kommununi, skrivar Vága kommuna.
– Mett er at hesi skelti eru til gleði og gagns fyri bæði lokalar borgarar og gestir sum vitja í kommununi.
Tvey skelti eru sett upp við viðarlundirnar og tvey við strendurnar í Miðvági og Sandavági.
Í sambandi við ABC vikuna fyri sálarliga heilsu verður skipað fyri gongutúri við fuglaserfrøðingum, sum koma at greiða frá.
Fyrsti túrurin verður hósdagin 5. oktober klokkan 17 í Miðvági. Møtt verður við trappuna til viðarlundina í miðstaðarøkinum, og gingið verður síðan yvir á Tormansbakka, har skelti sum greiðir frá fugli fram við fjøruni og fjørðinum stendur.
Leygardagin 7. oktober verður fuglatúrur í Sandavági, har møtt verður klokkan 15 við inngongdina til viðarlundina/Fosshyl, og síðan gingið oman til skeltið sum stendur við sandin, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald