2025-07-13 12:02

Sunnudagin 3. august verður aftur skipað fyri fuglatúri við Silas Olofson.
Seinasti fuglatúrur var við Gróthúsvatn á Sandi, og hesa ferð verður farið fram við Sandsvatni.
Túrurin tekur umleið tveir til tríggjar tímar, skriva fyriskiparar.
– Vit byrja við Meginskúlan og ganga heim eftir eystanfyri Sandsvatn, ígjøgnum Traðir, og oman til Mølheyggarnar. Niðri á Sand fáa vit kaffi og okkurt gott afturvið. Aftaná koyrur bussur innaftur til Meginskúlan.
Til ber at tekna seg til túrin á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald