![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú korona er byrjað at gera um seg í Føroyum aftur, kemur Fugloyar kommuna við eini áheitan til ferðafólk.
– Fugloyggin er ikki fólkarík, og her eru fleiri gomul og veik fólk, sum als ikki mugu útsetast fyri smittu. Tí verður heitt á øll vitjandi og ferðafólk til Fugloynna, bæði Hattarvík og Kirkju, um at halda frástøðu, hetta fyri at verja seg sjálvan og bygdafólkið.
Fyri at verja bæði ferðafólk og bygdafólkið í oynni, eiga ferðandi og onnur vitjandi, ikki at venda sær til bygdafólkið, fyri eitt nú at nýta hentileikar, sum ikki eru til staðar í almenna rúminum. Bygdafólk skulu eisini í størst møguligan mun, halda seg hvør sær, sigur kommunan, sum vísir til almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.
Tilmælini frá kommununi eru galdandi fram til 21. august
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald