placeholder
Innanlands

Fullir undir lúkurnar

Grønanes og Vesturtúgvan vóru fullir upp undir lúkurnar av stórum og góðum upsa

2018-07-16 23:16 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fríggjadagin landaðu samtrolararnir Grønanes og Vesturtúgvan. Teir vóru fullir upp undir lúkurnar av stórum og góðum upsa, sum teir høvdu fingið eystanfyri.

- Nú var eg ikki við síðsta túr, men tað var bæði stórur og góður upsi og so var nakað av toski eisini, sigur John E. Johannesen, skipari á Grønanesi.

Hann sigur eisini, at síðstu tíðina hevur fiskiskapurin eftir upsa verið brúkiligur og harafturat hevur støddin verið góð.

- Støddin á upsanum hevur verið so mikið góð, at nokso stórur partur er kruvdur við hond, og tá er hann oman fyri uml. 60 cm. Vit síggja ógvuliga lítið av lítlum upsa fyri tíðina. Um tað so er gott ella ikki, skal eg ikki gera meg klókan uppá, sigur John.

- Vit hava roynt mest á grunnum vatni síðstu tíðina, tí tað er har upsin er. Úti á tí vit kalla “ytru leið” sum er uml. 150 favnar og djúpri hevur ongin fiskur verið. Tað er óivað ov kalt tí har er hitin komin niður móti 3 hitastigum. Upsin trívist best í 6-7 hitastigum, sigur John E. Johannesen.

Grønanes og Vesturtúgvan fara avstað aftur í dag. Seks mans eru við hvørjum skipið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder