Innanlands

Fullsett í Løkshøll á Altjóða Alzheimerdegnum

Hóskvøldið 21. september varð skipað fyri tiltaki í sambandi við, at tað var altjóða alzheimerdagur – Samanumtikið var komið til, at neyðugt er at ítaluseta avbjóðingar í samband við demenssjúku, sigur Alzheimerfelagið

(Mynd: Alzheimerfelagið)

(Mynd: Alzheimerfelagið)

2023-09-24 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fullsett var í Løkshøll til stóra tiltakið hóskvøldið, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í sambandi við altjóða alzheimerdagin, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Byrjað var við, at Naina Túgvustein, forkvinna, greiddi frá verandi støðu í Føroyum og komandi avbjóðingum.

Sambært Alzheimerfelagnum eru 900 fólk í Føroyum rakt av demenssjúku, og harvið eru eisini fleiri enn 2.000 avvarðandi, sum mugu tillaga gerandisdagin eftir tørvinum hjá tí demensrakta. Væntandi verður talið á borgarum við demenssjúku nærum tvífaldað í 2040, og fer at nærkast 1.600. Tað fer at hava við sær stórar avbjóðingar fyri bæði borgarar við demensi og familjum teirra, um demenssjúkur ikki fáa hægri raðfesting í samfelagnum enn í dag.

Barbara Egilstrøð ph.d. og granskari hevði framløgu um, hvussu avvarðandi uppliva gerandisdagin við demenssjúku. Familjan fær stóran umsorganarleiklut, ið gerst altavgerandi fyri trivnaðin hjá tí demensrakta. Tí er umráðandi, at avvarðandi verða tikin við uppá ráð, tá politiskar avgerðir skulu takast, bæði um demensøkið og í gerandisdegnum hjá teimum myndugleikum og stovnum, sum familjurnar hava samband við, segði hon m.a.

Eisini prátaði Lív Mikkelsen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum við føroying við demsssjúku og avvarðandi um, hvussu tað er at liva við sjúkuni. Í prátinum kom m.a. fram, at hjálpin er avmarkað og einsemið stórt, men eisini eru dagtilboðini góð og veita týdningarmikið innihald í gerandisdagin hjá teimum, sum eru rakt av demensi.

Unn Justinussen, leiðari av demenstænastuni í Roðanum greiddi frá teirra tilboðum, sum eru skipaði eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum, og sum hevur víst seg at virka væl.

Skipað varð eisini fyri pallborðskjaki við umboðum fyri bæði land og kommunur, og har kom m.a. fram, at skipanin við 67 ára markmóti er ongin fyrimunur fyri borgarar raktir av demenssjúku. Nevnt var, at tað ber ikki til at kroysta borgarar við demenssjúku inn í fyrisitingarligar soyluskipanir, sum ikki taka atlit til áhaldandi økta tørvin á hjálp, so hvørt sum sjúkan versnar, skrivar felagið.

Umboð fyri Almannaverkið vísti á, at demensøkið er eitt lutfalsliga lítið arbeiðsøki hjá Almannaverkinum. Tað eru umleið 30 borgarar undir 67 ár, ið eru raktir av demenssjúku. Tí er avbjóðingin hjá Almannaverkinum at tryggja fakliga dygd og fjølbroytni í tilboðum, og mett var ikki, at tað er skynsamt at spreiða fakkunnleikan og tilboðini yvir fleiri geirar.

– Samanumtikið var komið til, at neyðugt er at ítaluseta avbjóðingar í samband við demenssjúku, fyri at skapa størri vitan og størri virðing fyri hesum sjúklingabólki í samfelagnum, skrivar Alzheimerfelagið.

Les meira um tiltakið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder