
Evnið tykist hava stóran áhuga í øllum grannalondum okkara, tí umleið ein triðingur av luttakarunum koma úr hinum Norðurlondunum og eisini úr USA og skotsku oyggjunum. Luttarakararnir á fullteknaðu ráðstevnuni eru serliga fólk, sum fáast við ferðavinnumenning á ymsan hátt, annaðhvørt sum veitarar, ferðafyriskiparar ella myndugleiki.
Havið hevur ein ómetaliga stóran týdning í øllum økinum í Norðurhøvum - -landafrøðiliga, búskaparliga og mentanarliga. Tó speglast hetta ikki aftur í útboðnum av ferðavinnuupplivingum kring Norðuratlantshavið, ið ofta eru avmarkaði til fiskitúrar og aðrar siðbundnar upplivingar, tí seta fyrireikarnir fokus á nýskapan og menning í maritima partinum av ferðavinnuni.
Á ráðstevnuni verður spurt: Hvussu kunnu vit menna fleiri nýskapandi og burðardyggar upplivingar á sjónum ella við tilknýti til sjógvin? Og hvussu tryggja vit, at hesar eru burðardyggar og skapa langtíðar virði fyri samfelagið? Hetta fara norðurlendskir og altjóða serfrøðingar innan økið at umrøða á ráðstevnuni “An Ocean of Opportunities” sum NORA og Visit Faroe Islands skipa fyri í Havn 21. og 22. oktober í ár.
Millum høvuðsrøðarnar á ráðstevnuni eru Laura Storm, ið er serfrøðingur í at vegleiða og stuðla leiðarum og fyritøkum at leggja um til regenerativar mannagongdir, og Cillian Murphy, sum hevur staðið fyri ferðavinnumenningini á Loop Head hálvoynni í Írlandi, ið arbeiddi við at kjølfesta loysnirnar í lokalsamfelagnum.
Eisini vera framløgur sum umrøða, hvussu vit kunnu tryggja at ferðavinnan tekur neyðug náttúrufyrilit, og hvussu hon kann vera við til at menna vinnuna og økið, har hon tekur seg upp. Umboð frá Azorunum greiða frá, hvussu ferðavinnan hevur verið við til at verja náttúru- og mentanararvin í havinum, og Rasmus Johnsen úr Danmark fer at greiða frá, hvussu økið kring Thy er broytt frá at vera fiskivinnustaður í afturgongd, til eitt altjóða viðurkent surfarastað, sum ungar familjur flyta til. Jaclyn Robidoux úr Maine í USA fer at greiða frá hvussu Maine Oyster Trail; sum er ein altjóða viðurkend verkætlan, ið megnar at samantvinna burðardygga alivinnu og ferðavinnu.
Á ráðstevnuni verða eisini ein røð av styttri framløgum, har veitarar úr øllum Norðanlondunum greiða frá, hvussu tey ítøkiliga arbeiða við nýskapandi ferðavinnutilboðum, úr Føroyum vera tað Havdypp og boat.fo sum fara at greiða frá hvussu tey hava met sítt egna sjóferðavinnutilboð í Føroyum 120 gestir vera á ráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum í morgin og mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald