2023-10-06 08:19
Løgreglan fekk um hálvgun átta tíðina í gjár fráboðan um at ein fullur áskoðari lá framvið vegnum millum Tórsvøll og Svimjihøllina í Gundadali.
Helst varð byrjað at regnað tá, so tað hevur ikki verið so tespiligt at ligið har, tí tá fólk frá løgregluni komu á staðið, lá hann ikki har longur.
Um tað var ein útlendingur ella føroyingur framgongur ikki. 2.191 áskoðarar vóru á Tórsvølli í gjár, og teir flestu hildu við KÍ, men nakrir Lille-áskoðarar vóru eisini.
KÍ og Lille leiktu í gjár málleyst 0-0, og klaksvíkingar fingu harvið fyrsta stigið í einari evropeiskari kapping.
Les eisini: Lille-fjeppari fekk hitan aftur í klivanum á politistøðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald