2020-08-11 07:28
Um 23 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein bil, ið uppførdi seg illgrunasamt. Bilurin varð støðgaður, og bilførarin verður helst skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini fór hendingin fram ”vestanfyri”. Løgreglan hevur enn ikki avhoyrt bilførarin, tí ”hann var ikki til at tosa við”, sum vaktleiðarin málber seg. Maðurin verður tí avhoyrdur, tá hann er ”komin fyri seg í morgun”.
Løgreglan kannar eisini eitt harðskapsmál, sum fór fram í norðurøkinum í nátt.
Málið er so mikið fekst, at løgreglan enn ikki kann upplýsa hvat tað snýr seg um, men talan er um eina hending, ið er farin fram í einum privatum heimi, skilst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald