Uttanlands

Fundurin byrjaður í Washington D.C.

Roknað verður við, at fundurin í Eisenhower-bygninginum tekur millum 40 og 60 minuttir

Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen uttan fyri donsku sendistovuna í Washington D.C. áðrenn leiðin gekk móti Hvítu húsunum (Mynd: EPA)

Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen uttan fyri donsku sendistovuna í Washington D.C. áðrenn leiðin gekk móti Hvítu húsunum (Mynd: EPA)

2026-01-14 15:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur spenningur er í Danmark, men eisini í øðrum evropeiskum londum, nú Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt eru farin á fund við amerikanska varaforsetan og uttanríkisráðharran um Grønland.

Fundurin er júst byrjaður í Eisenhower-bygninginum, grannabygningin hjá sjálvu Hvítu húsunum, har umsitingin hjá varaforsetanum heldur til.

Bæði Danmarks Radio og TV2 senda beinleiðis frá Washington, men eyðvitað fæst einki at vita fyrr enn fundurin er liðugur.

Vanliga plaga slíkir fundir at vara einar 30-40 minuttir, møguliga upp í ein tíma.

Sendingin hjá Danmarks Radio sæst her

Tað krevst hald at síggja TV2 beinleiðis á netinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder