Fundurin í Eisenhower-bygninginum í Washington D.C. er júst liðugur.
Fyri einari løtu síðani sást í donskum sjónvarpi, at Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt komu út úr bygninginum og yvir til bíðandi bilarnar.
Áðrenn bilarnir koyrdu avstað móti donsku sendistovuni, skuldu tey hava ein guv fyrst. Men á andlitsbráunum at døma, vóru tey nøgd við avrikið.
Danskir viðmerkjarar bíta eisini merki í, at um úrslitið av fundinum ikki hevði verið teimum til vildar, so høvdu tey ikki stilla seg soleiðis at tosa saman framman fyri rullandi myndatólum.
Tað sást eisini, at danski sendiharrin í Washington gav uttanríkisráðharra sínum eitt klapp á økslina sum tað fyrsta. Tað hevði hann neyvan heldur gjørt, um hann ikki var nøgdur við fundin.
Tá sendinevndin er komin aftur á sendistovuna, hevur fingið ein bita at eta, verður tíðindafundur, har Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt fáa høvi at greiða frá fundinum.
Enn er ógreitt um amerikansku fundarluttakararnir koma við nakrari melding frá fundinum.
Donald Trump, forseti, hittir pressuna til eitt tiltak á eggrundu forsetaskrivstovuni klokkan 19, okkara tíð, sum einki hevur við henda fundin at gera. Men roknast kann við, at hann fær onkran spurning viðvíkjandi Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald