Mentan

Funkies loftaðu tíðarinnar tónleikaráki

Tvey ár eru liðin síðan ein av okkara dugnaligu tónleikarum, gittarleikarin og sangarin Óla Hans Andreasen, andaðist

Fyrsta plátan hjá Funkies frá 1981. F.v.: Hans Andrias Højgaard, Óli Hans Andreasen, Terji T Rasmussen og Jónleif Müller

Fyrsta plátan hjá Funkies frá 1981. F.v.: Hans Andrias Højgaard, Óli Hans Andreasen, Terji T Rasmussen og Jónleif Müller

2018-08-14 15:37 Author image
Hans Egholm
placeholder

Fyri tveimum árum síðan andaðist ein av okkara gávuríku gittarleikarum, bert
50 ára gamal. Óla Hans Andreasen, ið talan er um, byrjaði á ungum árum at fáa áhuga fyri gittarleiki og tað var í skúlatíðuni á Venjingarskúlanum í Havn, at
hann saman við øðrum kom fram sum ein gávuríkur tónleikari.

Í ár eru tað 35 ár síðan seinna singulplátan hjá tónleikabólkinum Funkies varð
útgivin.

Byrjaðu sum The Rock Boys

Miðskeiðis í sjeytiárunum stovnaðu nakrir dreingir á Venjingarskúlanum í Havn
ein tónleikabólk. At byrja við kallaðu teir seg The Rock Boys, men síðst í
sjeytiárunum og inn í áttatiárini broytti bólkurin navn til Funkies. Hesin bólkur
gjørdist rættiliga kendur um alt landið sum ein virkin dansibólkur. Oddamaðurin
í hesum bólki var gittarleikarin og sangarin Óla Hans Andreasen. Frá heilt
ungum árum vísti hann serstøk góð evni á gittaranum. Somuleiðis lá væl fyri at
gera løg. Funkies gav tvær stakplátur út í ávikavíst 1981 og 1983, sum
Plátubarrin gav út. Hesar plátur gjørdu rættiliga vart við seg. Her hoyrdust
tíðarinnar tónar og ljóðføri. Diskokendar rýtmur og elektronisk ljómborðsljóð.

Teir, sum mannaðu bólkin, vóru Hans Andrias Højgaard, bassgittara og sang,
Terji T. Rasmussen, gittara og sang, Jónleif Müller, trummur og Óla Hans
Andreasen, sologittara og sang. Nakað undan seinnu plátuni var eisini Magnus
Johannesen, ljómborð, komin við í bólkin. Limirnir í bólkinum vóru um 15-16
ára aldur, tá fyrsta plátan kom út.

Fyrsta plátan kom sum nevnt út í 1981. Hon bar heitið á bólkinum. Løgini vóru
It’s just a lie og Disco Ride. Óla Hans hevði gjørt bæði løgini. Dimmalætting
hevur stutt ummæli av plátuni. Samanumtikið er ummæli jaligt, hóast fýlst
verður á, at torført er at hoyra, hvat verður sungið. Lagið Disco Ride heldur
blaðið minna nógv um tónleikin hjá The Shadows.

Lagið er kanska eitt sindur einstáttað, tí gjøgnum alla plátuna er lagið tað sama. Men tað er einki at ivast í, at hetta lagið fer at vinna seg inn sum eitt væl umtókt lag á discotekunum runt landið. (Dimmalætting 16.10.81)

Eingin ivi er um, hvaðani íblásturin til lagið It’s just a lie stavar. Funkies vóru
kendir fyri at spæla nógv løg hjá Dire Straits, og tað hoyrist eisini á spælinum.

“... men hetta lagið er avgjørt eitt tað besta lagið, sum er komið út í Føroyum.
Solospælið á hesum lagnum er einastandandi gott, og ein hoyrir, hvussu nógv
gittarin er ávirkaður av Mark Knopfler úr Dire Straits”. (Dimmalætting
16.10.81)

Á seinnu plátuni hjá Funkies vóru tvey løg – Give me some lovin og Love.

Funkies høvdu nógv tilfar, ið teir sjálvir høvdu gjørt, og meira enn eina ferð
vóru demoupptøkur gjørdar. Terji Rasmussen heldur seg minnast, at okkurt lag
varð soldað frá, tí sungið varð á føroyskum. Tað var ikki rákið tá at syngja á
føroyskum, og tí blivu tvey løg við enskum tekstum vald. Demoupptøkurnar
vórðu gjørdar í kjallaranum heima hjá Hans Andrias Højgaard við
Venjingarskúlan í Havn. 

Í 1984 gavst bólkurin at spæla. Nakrir av limunum høvdu verið til skips, og tað
eydnaðist ikki at fáa bólkin í snúningar aftur.

Fútin stongdi Discotek Queen

Funkies kom av óvart at gerast partur av stórum herverki, ið hendi í Havn í
1981. Bólkurin var ein av teim heilt fáu, um ikki tann einasti, sum nakrantíð
hevur spælt til dans í Discotek Queen ella Gaman, sum tað nevndist tá. Mikið
rok stóðst aftaná hetta, neyvan av framførsluni, men fútin valdi at steingja
dansihølið seint í august mánaði í 1981, og leygarnáttina eftir gjørdi ein
rættiliga stór og uppøst mannamúgva um seg í Havnini. Herverk varð framt fyri
millum kvart og hálva millión. 22 fólk vórðu handtikin, og talan var um ein tann
herviligasta ófrið nakrantíð í Føroya søgu.

Hoyr ella hoyr aftur eina forkunnuga samrøðu við Óla Hans Andreasen í
útvarpssendingini, “Tónasláttur” hjá kringvarpinum, mikudagin 15.august
kl.10:05.

Sendingin varð send fyrstu ferð í 2003. Hans Egholm legði til rættis.

Næsta plátan hjá Funkies kom í 1983. F.v Magnus Johannesen, Terji T. Rasmussen, Hans Andrias Højgaard, Jónleif Müller og Óli Hans Andreasen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder