Ein amerikanskur rúmdarfylgisveinur hevur funnið eina gongustjørnu, sum kanska hevur flótandi vatn.
Amerikanski rúmdarfelagsskapurin, Nasa, sigur í tíðindaskrivi, at gongustjørnan tykist vera ’jørðlíknandi’ tí hon liggur í eini frárstøðu frá stjørnu síni, sum gera hana møguliga at búgva á.
Tað, at flótandi vatn er á eini gongustjørnu, økir um møguleikan fyri, at tað eisini er onkur formur fyri lívi á henni eisini.
Gongustjørnin verður kallað TOI 700 d. Sambært Nasa liggur hon lutfalsliga nær okkum, í eini fjarstøðu á 100 ljósár. Eitt ljósár er fjarstøðan, sum ljósið leggur eftir seg upp á eitt ár.
Í rundum tølum merkir tað, at TOI 700 d liggur 950 billiónir kilometrar ella 950.000.000.000.000 kilometrar burturi.
Tað er TESS-fylgisveinurin hjá Nasa, sum hevur funnið TOI 700 d. Uppgávan hjá hesum fylgisveini er júst at finna jarðlíknandi gongustjørnur úti í rúmdini.
Eftir at henda gongustjørnan varð funnin, hevur Nasa granskað hana nærri við stóra Spitzer-teleskopinum.
- Gongustjørnur, sum liggja nær í ringrás við stjørnur eru lættast at eygleiða við stórum teleskopum í rúmdini og á jørðini, sigur Paul Hertz, stjóri fyri stjørnualisfrøðiligu deildini hjá Nasa í Washington í tíðindaskrivinum.
Sambært Nasa er TOI 700 d ein av fáum jørðlíknandi gongustjørnum, sum higartil eru funnar.
Kepler-teleskopið hjá Nasa hevur frammanundan funnið nakrar gongustjørnur, sum á summum økjum hava mint um jørðina í minni mun, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald