Innanlands

Fútin argast inn á hetta

Michael Boolsen, fúti, hevði vónað at fólk høvdu lært tað nú

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-30 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fútin og formaðurin í farsóttarnevndini, Michael Boolsen, harmast um, at so nógv vóru møtt upp á Vaglinum á midnátt til felagssang. Hetta hóast kommunan hevði boðað frá, at eingin skipaður midnáttarsangur fór at vera.

- Sjálvt um Tórshavnar kommuna sigur, at vit ikki skipa fyri midnáttarsangi, so tvíhalda fólk um at tað skal vera felagssangur á Vaglinum.

- Tað haldi eg vera ergriligt, tí vit vita, at sangur er har tað er størri vandi fyri smittuspjaðing, sigur Michael Boolsen við útvarpið. 

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Hann hevði væntað, at fólk høvdu lært tað, og sigur at tað gekk væl í fjør.

- Man eigur at hava eina vón um, at fólk eru við at læra tað. Eg veit at tað kann vera torført, og at tað eisini er farið nógv alkohol niðurum, og so kann tað vera torført at halda hetta, sigur fútin.

- Fólk gjørdu tað gott í fjør, og eg vónaði at tað eisini fór at vera soleiðis í ár.

Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár, og fútin vónar, at tað ikki kemur nakað útbrot orsakað av ólavsøkuni.

- Seinastu dagarnar hava vit havt nýggjar tilburðir hvønn dag, so vit vita, at tað er smitta í landinum, sigur hann.

Sí eisini: Video: Rungar á Vaglinum

placeholder
placeholder