Mentan

Fylg við kongaligu vitjanini á Portalinum

Talan er um eina tætta skrá hesar tríggjar dagarnar, og byrjað verður á Bursatanga nakað fyri klokkan 10. Vit hava myndir og tekst næstu mongu tímarnar - millum annað í einum bloggi

Spentir dreingir taka ímóti kongi, drotning og prinsessu í Miðvági í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Spentir dreingir taka ímóti kongi, drotning og prinsessu í Miðvági í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 06:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú fyrrapartin, at almenna skráin á tí fyrsti av teimum trimum døgunum hjá kongshjúnunum í Føroyum fer í gongd. Byrjað verður við móttøku beint áðrenn klokkan 10 - um níggju-tíðina fer tað tó í gongd, við at Dannebrog leggur at Havnini.

Portalurin var á staðnum, tá kongshjúnuni og yngra prinsessan komu á Miðvág í gjárkvøldið. Vit fylgja eisini vitjanini tætt víðari: Í Havnini í dag, í Suðuroynni hósdagin og á Eiði fríggjadagin.

Sí eisini: Josephine prinsessa er við í Føroyum

Hetta við serliga teksti og myndum. Vit hava beinleiðis blogg og ymiskt tilfar so hvørt. 

Skráin í dag, mikudagin tann 11. juni, í Havn:
Kl. 09.45        Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

Kl. 10.00        Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20        Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30        Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    

Kl. 11.05        Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15        Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00        Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 12:45        Borgarstjóri er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia. 

Kl. 14.20        Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

H.H. Kongurin

Kl. 15.35        Kongur vitjar umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotningin

Kl. 15.45       Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Øll:

Kl. 19.00       Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

[object Object]Tey kongaligu í Miðvági í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Áðrenn tað vóru hátignini ein túr í Koltri (Mynd: Det danske kongehus)

Hósdagin verður vitjað í Suðuroynni - í Vági, í Fámjin og á Tvøroyri. Fríggjadagin endar túrurin í Føroyum við vitjan á Eiði. Sí alla skránna HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder