Innanlands

Fýra 25 ára starvsdagar í Sjóvar kommunu

Paula, Anna Juul, Marjun og Sóleyð vóru allar dagførktarmammur, áðrenn stovnurin Lítlifløttur lat upp, og síðani hava tær arbeitt á stovninum, skrivar kommunan.

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2025-11-08 19:25 Author image
Alda Nielsdóttir

Á starvsfólkafundi hósdagin, sama dag, sum dagstovnurin Lítlifløttur fylti 19 ár, vórðu fýra starvsfólk á stovninum heiðrað fyri at hava verið í starvi hjá Sjóvar kommunu í 25 ár.

Paula Frederiksberg, Anna Juul Frederiksberg, Marjun Johansen og Sóleyð Debes Joensen vóru allar dagførktarmammur, áðrenn stovnurin lat upp, og síðani hava tær arbeitt á stovninum, skrivar kommunan.

Borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen handaði teimum blómutyssi og gávu frá Lítlafløtti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald