Innanlands

Fýra av sjey býráðslimum á Tvøroyri stilla uppaftur

Tað gera Súsanna Bertholdsen, Jónleyg Bech og Kristina Roest ikki. Tað eru sjey færri valevni til Tvøroyrar kommunu, í mun til í 2020

Annað av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini situr í býráðnum á Tvøroyri, stillar uppaftur í býráðspolitikki. Tað er Bjarni Hammer, sum vanliga fær næstflest atkvøður aftan á Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annað av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini situr í býráðnum á Tvøroyri, stillar uppaftur í býráðspolitikki. Tað er Bjarni Hammer, sum vanliga fær næstflest atkvøður aftan á Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-22 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta freist at lata valevnislistar inn til Kommunuvalið 12. november var í dag, júst tríggjar vikur áðrenn valið.

Tvøroyar kommuna hevur kunngjørt teir tríggjar listarnar, har samanlagt 21 valevni eru.

Í 2020 vóru 28 valevni til kommunuvalið á Tvøroyri, men eisini tríggir listar: Javnaðarflokkurin (Listi C), Felagslistin, við Kristini Michelsen á odda, og ein triði sum hesaferð eitur Listi F - seinast var tað listi F.

- Valnevndin í Tvøroyrar kommunu hevur móttikið fylgjandi valevnislistar stundisliga,sambært Løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020.

Listi C – Javnaðarflokkurin:
1. Bjarni Hammer, Løgreglumaður, Tvøroyri
2. Eyð Eidesgaard, Góðsku- og trygdarleiðari,Trongisvágur
3. Ruth Millum Garðarnar, Heilsuhjálpari, Tvøroyri
4. Tim Kristoffer Wentzlau, IT-Arkitektur, Trongisvágur
5. Regin Davidsen, Lesandi, Trongisvágur
6. Jens Arni Leo Hammerfoss, Lærari, Froðba

Listi F:
1. Arnfinn Bech, Formaður, Tvøroyri
2. Silja Rólantsdóttir Sørensen, Námsfrøðingur, Tvøroyri
3. Ernst Emilsson Petersen, Pensjónistur, Froðba
4. Niels Strøm Rødgaard, Lesandi, Tvøroyri
5. Ólavur Bech, Samskipari, Tvøroyri
6. Jens Rói Sørensen, Løgreglumaður, Trongisvágur

Listi T – Felagslistin:
1. Daniella Nikolina Petersen Hovsgarð, Kantinuleiðari, Tvøroyri
2. Mina Joensen, Cateringfólk, Tvøroyri
3. Tóki Wiberg Justinussen, Tøknieftirlit, Trongisvágur
4. Kristin Michelsen, Borgarstjóri, Froðba
5. Alvi Mortensen, Koyrilærari, Tvøroyri
6. Elinborg Christel Mortensen, Postboð, Trongisvágur
7. Rasmus Rasmussen, Maskinmeistari, Trongisvágur
8. Anita Vibergsdóttir, Varaborgarstjóri, Tvøroyri
9. Barbara Michalina Tausen, Varaleiðari, Trongisvágur

Felagslistin fekk fýra umboð seinast, meðan Javnaðarflokkurin fekk tríggjar.

Tvey av teimum, sum nú sita í býráðnum fyri Javnaðarflokkin, stilla ikki upp aftur og harvið "mangla" 153 atkvøður hjá Lista C. Talan er um kvinnurnar: Kristinu Roest og Súsonnu Bertholdsen. Síðstnevnda situr á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

[object Object]
Súsanna Bertholdsen fekk 58 atkvøður til síðsta býráðsval. Hon fekk 275 atkvøður til løgtingsvalið í 2022 og stillar ikki uppaftur í býráðspolitikki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað ger Bjarni Hammer eisini, men maðurin sum fekk næstflest atkvøður til seinasta býráðsval (121), stillar uppaftur.

Hann er størsti kappingarneytin hjá Kristini Michelsen, sum hevur sitið sum borgarstjóri í størstu kommununi í Suðuroynni so at siga alla øldina. 

Varaborgarstjórin Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen, sum fingu næstflest og triðflest atkvøður á Felagslistanum seinast, stilla uppaftur. Tað ger fjórðvalda Jónleyg Jespersen Bech ikki.

[object Object]
Kristin Michelsen hevur verið eitt sindur í brennideplinum í ár, men er favorittur at fáa flest atkvøður aftur og til at falda fram í sessinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder