Innanlands

Fýra bilførarar tosaðu í telefon - ein koyrdi ov skjótt

Løgreglan gjørdi fleiri málrættað átøk í ferðsluni í gjár, men annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-13 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi málrættað átøk í ferðsluni, og í hesum sambandi vórðu fimm bilførarar tiknir.

Í Suðuroynni og Eysturoynni vórðu fýra bilførarar skrivaðir fyri at nýta handhildna telefon, og í Vágum varð ein tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann varð máldur til 110 km/t, og tað gevur eitt klipp í koyrikortið.

Eisini var løgreglan úti og gjørdi átøk við skúlar í Eysturoynni um morgunin, og har var gott skil á, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Hann leggur afturat, at hesi átøkini halda fram komandi tíðina, har løgreglan fer at kanna, um børn brúka kravdu trygdarútgerðina.

Seinastu tíðina hevur løgreglan eisini havt trupulleikar við prutlum, sum larma ov illa, og fer løgreglan tí eisini at gera átøk móti teimum í næstum, verður upplýst.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt. Boðað verður frá hálku í morgun, men á løgreglustøðini hava tey ongar fráboðanir fingið um hálkuóhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder