Uttanlands

Fýra dóttirfeløg hjá Norwegian farin á húsagang

Rakar 1.571 flogskiparar og 3.134 flogstarvsfólk

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-04-20 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra undirfeløg hjá norska flogfelagnum Norwegian eru í dag farin á húsagang, upplýsir samtaksstjórin hjá flogfelagnum, Jacob Schram. Feløgini eita Norwegian Pilot Services Denmark ApS, Norwegian Cabin Services Denmark ApS, Norwegian Air Resources Denmark LH ApS og Pilot Services Sweden AB.

Talan er um feløg í Danmark og Svøríki, sum hava ávikavist flogskiparar og flogstarvsfólk í starvi.

- Hetta er ringasta kreppan, flogvinnan nakrantíð hevur verið í, og vit hava gjørt alt, vit kunnu, fyri at sleppa undan hesum, sum nú er hent við okkara dóttirfeløgum í Svøríki og Danmark, sigur samtaksstjórin.

Húsagangurin rakar ikki móðurfelagið Norwegian ella flogskipara- og flogstarvsfólkafeløgini í Noregi, skrivar flogfelagið. Trý av umrøddu feløgum eru skrásett í Danmark og eitt í Svøríki.

614 fólk eru í starvi í teimum donsku feløgunum, og tey flestu av hesum missa nú starvið, skrivar dr.dk.

Tilsamans ávirka húsagangirnir 1.571 flogskiparar og 3.134 flogstarvsfólk í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Spania, Bretlandi og USA, upplýsir Norwegian.

Teir 700 flogskipararnir og umleið 1.300 flogstarvsfólkini við basu í Noregi, Fraklandi og Italia, verða ikki rakt av húsagangunum.

Norska lágprísflogfelagið hevur leingi verið í fíggjarligum trupulleikum, og hesir trupulleikar eru versnaðir undir koronakreppuni.

Felagið drepur upp á eina skuld á umleið 60 milliardir norskar krónur, og tað er munandi meira, enn virðið á felagum í løtuni í keypsskálanum, har virðið er farið niður í helvt henda seinasta mánaðin. Í løguni er børsvirðið á felagnum beint undir eina milliard norskar krónur, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder