Uttanlands

Fýra fjallaklintrarar deyðir á Mont Blanc

Leygardagin varð boðað frá, at teir vóru saknaðir á Mont Blanc, og týsdagin vóru líkini funnin

Mont Blanc (Savnsmynd)

Mont Blanc (Savnsmynd)

2024-09-11 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin vórðu fýra deyðir fjallaklintrarar funnir nær við tindin av Mont Blanc, hægsta fjall í Vesturevropa.

Talan er um tveir suðurkoreanarar og tveir italar, sum vóru "deyðir av møði", upplýsa myndugleikarnir í Fraklandi.

Teir vórðu funnir av bjargingarfólkum týsdagin, eftir at teir høvdu verið saknaðir síðan vikuskiftið.

Tað var leygardagin, at løgreglan varð kunnað um, at fjallaklintrararnir vóru saknaðir á Mont Blanc. Teir vóru, sambært myndugleikunum, farnir av stað uttan ferðaleiðara.

Í sambandi við bjargingararbeiðið, vórðu tveir aðrir koreanarar, sum vóru á lívi, eisini bjargaðir í 4100 metra hædd sunnumorgunin. Men ringa veðrið forðaði teimum í at halda fram við bjargingararbeiðnum næstu dagarnar.

Mount Blanc er yvir 4800 metrar høgt og er eitt vælumtókt ferðamál hjá fjallaklintrarum úr øllum heiminum. Mett verður, at fjallið dregur millum 20.000 og 30.000 fjallaklintrarar at sær á hvørjum ári.

Álvarsligar vanlukkur - harímillum deyðsvanlukkur - eru ikki óvanligar á fjallinum, har veðurlíkindini skjótt kunnu broytast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder