Innanlands

Fýra klipp í koyrikortið

Tiknir fyri ov nógva ferð í Sundalagnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-29 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra bilførarar fáa klipp í koyrikortið eftir at ferðsluløgreglan í gjár gjørdi ferðamátingar í Sundalagnum millum Kollafjørð og Norðskála.

Bilarnir, ið vórðu tiknir, høvdu eina ferð á millum 103 og 105 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Eisini varð eitt mál har ein bilførari ikki hevði neyðugt koyriloyvi at koyra við viðfestivogni yvir 3.500 kilo.

Roykur úr ruskspann
Tórshavnar sløkkilið varð í gjárkvøldið sent út í Álaker, har boðað var frá royki í eini ruskspann. Eldurin varð sløktur uttan dramatikk, men løgreglan nýtir høvi til at heita á fólk um at lata vera við at sleppa brennandi sigarettir í ruskspannir, tí helst var hetta orsøkin til roykin í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder