Innanlands

Fýra kommunulæknar fluttir niðan í Berjabrekku

Eingin læknaviðtala er eftir í Miðlon

2023-10-27 07:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku.

Millum annað eru læknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe og Sigrid Nónsgjógv fluttir niðan í Berjabrekku. Sostatt er eingin læknaviðtala eftir í Miðlon.

Harumframt er viðtalan hjá Ingu Maretu Joensen flutt niðan aftur í Berjabrekku, og frá 1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder