Innanlands

Fýra koronatilburðir í gjár

Og seks vórðu staðfest frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-18 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 73.898 kanningar. 

Millum tær 1.552 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, mánadagin 17. august, vórðu fýra nýggir tilburðir staðfestir. Ein teirra varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans hava nú 377 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Seks persónar eru staðfestir frískir afturat, og tí eru í alt 235 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 142 persónar smittaðir í løtuni.

Fýra persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild, skrivar corona.fo. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder