2025-05-11 10:47

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fýra bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
Í gjár vórðu ferðmátingar gjørdar á Velbastaðvegnum. Har er eitt strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 89 og 93 kilometrar um tíman.
Tíðliga í nátt vórðu ferðmátingar gjørdar við Norðskála, eisini á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman. Har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra 86 kilometrar um tíman.
Allir fýra bilførarar fingu treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald