Innanlands

Fýra koyrdu ov skjótt í gjár

Hóskvøldið var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og har vórðu fýra bilførarar, sum ikki hildu hámarksferðina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-16 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og har vórðu fýra mál skrivað.

Talan var um bilførarar, sum koyrdu ov skjótt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Tveir fingu bót og klipp fyri at koyra millum 60 og 65 km/t, har mest loyvda ferðin er 40 km, meðan tveir fingu treytaða frádøming fyri at koyra millum 75 og 85 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder