
So at siga hvønn dag í september hava nýggir koronutilburðir verið staðfestir. Soleiðis varð eisini í gjár, 13. september, tá fýra tilburðir vórðu staðfestir.
- Í eina førinum er smittukeldan ókend, meðan smittuteldan er kend í hinum trimum førunum.
Hetta skrivar corona.fo.
686 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og harvið var positivprosenti hægri, enn tað vanligt er - 0.47.
Í løtuni eru 32 smittað í Føroyum, ið er tað sama talið sum í gjár. Hetta kemst av, at fýra fólk, ið fingu staðfest smittu fyri einari tíð síðani, ikki longur eru skrásett sum smittað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald