Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Teir fýra persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.
Í gjár vórðu 657 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 129.942 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava 467 persónar nú fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og av teimum eru 429 persónar staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 38 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. 223 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald