2020-09-24 13:57
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og at tilsamans hava 455 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar hmr.fo.
Í gjár vórðu 1.884 koronukanningar gjørdar, og í alt eru 124.248 kanningar gjørdar.
39 persónar smittaðir í løtuni. Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald