Mentan

Fýra nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra barnabøkur út í ársins fyrsta bókaumfari

2024-02-05 10:54 Author image
Innsent
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra bøkur út í ársins fyrsta bókaumfari. Bøkurnar eru í handlunum nú, og tær eru til børn í ymsum aldri.

Børn, sum eru limir í Bókaklubbanum hjá Bókadeildini, fáa bøkurnar bornar til dyrnar við ókeypis flutningi, áðrenn tær koma í handlarnar. Bókaklubbin hevur limir kring allan heimin.

Meira um nýggju bøkurnar:

[object Object]

Djór á bønum

Hendan bókin er ein stuttlig sansabók til tey minstu. Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum.

Bókin er ein pappbók, 12 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0-1 ár.

[object Object]

Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær

Tá ið lítla moldvørpan ein dagin stakk høvdið upp úr moldini, datt okkurt beint í høvdið á henni ...

Nú kanst tú lesa um royndina hjá lítlu moldvørpuni at finna tann seka í hesi stuttligu útgávuni av klassisku myndabókini. Flyt myndina og síggj kukkarnar hjá teimum mistonktu djórunum koma bóltandi, ein fyri og annan eftir.

Werner Holzwarth hevur skrivað, og Wolf Erlbruch hevur myndprýtt.

Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Bókin er ein pappbók, 14 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 2-4 ár.

[object Object]

Atlas við drápuligum dinosaurum

Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.

Bókin er innbundin, 50 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 6-9 ár.

[object Object]

Gravgongustjørnan – Stórveldisins arvingar 3

Nú er triði partur í sciencefiction-røðini her. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.

Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni.

Oskar Källner hevur skrivað, og Karl Johnsson hevur myndprýtt. Tóri Rasmussen týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 180 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 10-12 ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder