Innanlands

Fýra sløkkiliðsmenn útbúnir

Bárður A. Dimon, Hans Olaf Hentze, Carl Mikkjal Bech og Jóhan Petur Holm Jacobsen umboða felags tilbúgvingina í Fámjin, Hvalba og Tvøroyri

Frá vinstru: Bárður A. Dimon, Hans Olaf Hentze, Carl Mikkjal Bech og Jóhan Petur Holm Jacobsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Frá vinstru: Bárður A. Dimon, Hans Olaf Hentze, Carl Mikkjal Bech og Jóhan Petur Holm Jacobsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-09-09 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fingu fýra mans prógv fyri, at teir eru útbúnir sløkkiliðsmenn, á Føroya Brandskúla við Áir.

Hesir, sum umboða felags tilbúgvingina í Fámjin, Hvalba og Tvøroyri, hava verið á skeið í 14 dagar, har teir eru slopnir at royna seg innan allar hugsandi støður ein kann koma í, tá eldur er í. Eisini hava teir havt drúgvar, ástøðiligar royndir, skrivar Tvøroyrar kommuna.

– Teir vóru allir á einum máli um, at hetta var eitt sera gevandi skeið og hevur verið við til at menna teir sum sløkkiliðsmenn. 14 dagar ljóða kanska ikki av so nógvum, men tað hevur verið ein stór og spennandi avbjóðing, ið ikki minst hevur sett krøv til tað kropsligu orkuna hjá monnunum.

Sambært átaksleiðaranum í Tvøroyrar kommunu Anfinn Hammerfoss Leo, verður miðað verður fram ímóti, at komandi ár hava øll sløkkiliðsfólk í sløkkiliðnum staðið skeiðið.

14 sløkkiliðsfólk eru á Tvøroyri, seks í Hvalba og fimm úr Fámjin. Hesi hava ábyrgdina av sløkkiliðnum í norðaru helvtini av Suðuroynni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder