
Í gjár vórðu fýra persónar staðfestir positivir fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir persónarnir eru komnir til Føroya úr útlondum. Tveir teirra fingu staðfest smittuna við kanningini á sætta degi, meðan hinir báðir persónarnir fingu staðfest smittuna eftir kanning í Hirtshals, skrivar corona.fo.
Tilsamans hava sostatt 510 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, av teimum eru 501 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru níggju persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 53 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 358 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 171.175 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald