Innanlands

Fýra stilla uppaftur í Skopun

Tað er bert borgarstjóran seinasstu 32 árini, sum ikki stilla uppaftur

Gerhard Lognberg, borgarstjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Gerhard Lognberg, borgarstjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-24 09:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur leingi verið greitt, at Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, ikki fór at stilla uppaftur á valinum í ár eftir at hava sitið sum borgarstjóri síðan 1992 – í 32 ár.

Nú listarnir til bygdarráðsvalið í Skopum eru almennir sæst, at øll hini fýra í bygdarráðnum stilla uppaftur. Tey eru Marjun S. Debes, Hallmar Winther, Friðfinn Nicolajsen og Winnie Kjærbo stilla uppaftur.

Enn einaferð eru tveir listar at velja ímillum hjá borgarunum í Skopun. Tey uppstillaðu eru hesi:

Listi A

  1. Kathrina Joensen, skúlalærari
  2. Hallmar Winther, maskinførari
  3. Friðfinn Nicolajsen, umsjónarmaður
  4. Sámal Hanni Lognberg, stjóri
  5. Pætur K. Winther, elektrikari
  6. Eva Lind Johansdóttir, F&B supervisor

Listi B

  1. Davia Nicolajsen, læknaskrivari
  2. Elin Carlsson Dalsgarð, lesandi
  3. Hans Eivind Olsen, gólváleggjari
  4. Jákup Fróði Djurhuus, vinnurekandi
  5. Marjun Sofía Debes, skrivstovukvinna
  6. Óløf Ågaard Tungá, heilsuhjálpari
  7. Símun Kartin Andrias Hentze, maskinmaður
  8. Winnie Kjærbo, hjálparfólk

(Misskiljing var í upprunaliga tekstinum. Rættað kl. 10.21) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder