Innanlands

Fýra tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Tveir bilførarar í Eysturoynni og tveir í høvuðsstaðnum eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-11 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fýra bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.

Tveir vórðu tiknir í Eysturoynni ávikavíst leygarmorgunin og beint fyri midnátt leygarkvøldið, og tveir aðrir vórðu tiknir í Havn í nátt.

Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder