2021-09-04 12:28

Í gjár vóru fýra nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Tann eini er partur av kendari smittuketu, men í trimum av førinum er smittukeldan ókend, skrivar corona.fo.
686 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru sjey persónar smittaðir í Føroyum. Níggju eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald