2023-10-03 13:40
Fríggjakvøldið á midnátt var freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla úti.
Og nú freistin var úti, hava fýra fólk søkt um at verða skúlastjóri í Vestmanna, skrivar Skúlablaðið.
Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna varð lýst leyst í august. Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla.
Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1.-10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald