Innanlands

Fýra verkætlanir afturat fingið stuðul: Ymisk árin av Korona skulu granskast

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión krónur í stuðli, skal greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-18 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin varð boðað frá, at Granskingarráðið hevði játtað stuðul til tríggjar COVID-19 granskingarverkætlanir, og nú verður boðað frá, at fýra verkætlanir afturat hava fingið stuðul.

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión krónur í stuðli, skal greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina.

Hinar verkætlanirnar snúgva seg um árinið av COVID-19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongdini á fólkaskúlanæmingar og um árinið á trúarlívið.

Tær fýra verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul í hesum umfarinum, hava fingið tilsamans 873.000 krónur.

Stuðulin er býttur soleiðis:

Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?

Stuðul: 497.081 kr.

Verkætlanarleiðari: Noomi O. Gregersen, ph.d. FarGen/Ílegusavnið.

Kliniskur ábyrgdarhavi: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, Landssjúkrahúsið.

Aðrir luttakarar í bólkinum: Maria Skaalum Petersen og Magni Mohr.

Verkætlanin verður knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum

Stuðul: 135.438 kr.

Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Hendan verkætlanin er knýtt at ph.d.-verkætlanini, sum Eina H. Eliasen er í gongd við í løtuni.

Støðan hjá næmingum í “Koronaskúlanum”

Stuðul: 111.704 kr.

Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.

Verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.

Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVOD-19 farsóttina

Stuðul: 129.185 kr.

Verkætlanarleiðari: Jan Jensen í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin verður knýtt at ph.d.verkætlanini, sum Jan Jensen er í gongd við á University of Cambridge.

Sjey verkætlanir hava nú fingið tilsamans 1,5 millión í stuðli frá COVID-19 átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3 mió. kr. eru tøkar til átakið, og sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, ber enn til at søkja um stuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder