Innanlands

Fýra vikur til val

Beint nú er størsti spurningurin, hvør verður nýggi formaður Fólkafloksins og harvið skal ganga á odda í tí valstríðnum, sum nú er byrjað. Hann verður møguliga svaraður í kvøld

Jóhan Eli Poulsen, Jacob Vestergaard og Beinir Johannesen á landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Ein stór avgerð skal takast í flokkinum í dag

Jóhan Eli Poulsen, Jacob Vestergaard og Beinir Johannesen á landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Ein stór avgerð skal takast í flokkinum í dag

2022-11-10 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri klokkan 15 í gjár útloysti løgmaður spenningin og gjørdi tað, sum tey allarflestu høvdu væntað í yvir eitt samdøgur: Bárður á Steig Nielsen útskrivaði nýval at vera.

Dagfestingin, ið varð vald, er 8. desember, sum er ein hósdagur. Hetta er fyrsta desember-valið nakrantíð. Løgmaður hevur lagt dent á, at tað ikki skal vera ov nær við jólahátíðina og heldur ikki ein leygardag, av tí at tað er í desember.

Sí eisini: Video: - Gav ikki meining at halda fram

Tað hevði ligið í luftuni - serliga tí at løgmaður týsdagin loysti Jenis av Rana úr starvinum sum landstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og Miðflokkurin seinni sama dag tók seg úr samgonguni.

[object Object]
Bárður á Steig Nielsen útskrivar nýval. Løgtingsformaðurin og fólkafloksmaðurin Jógvan á Lakjuni gevst nú í politikki (Mynd: Sverri Egholm)

Flokkarnir eru nú í gongd við at fyrireika seg, og ymiskir uppstillingarfundir eru longu lýstir, og valfundir, valsendingar og ymiskir orðadráttir eru ikki langt burtur.

Tann størsti spurningurin, ið beint nú skal svarast, er, hvør skal leiða Fólkaflokkinum í valstríðnum og víðari frameftir.

Eitt slag av politiskari bumbu brast aftur í dag, tá Christian Andreasen fyrrapartin boðaði frá, at hann fer frá sum formaður floksins og ikki stillar uppaftur til Løgtingsvalið.

[object Object]
Christian Andreasen tá valskráin hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið varð løgd fram. Tá valskeiðin til løgtingsvalið 8. desember verður løgd fram, er tað ein annar formaður, ið fer at leggja fram (Mynd: Sverri Egholm)

Christian Andreasen kom veruliga uppí politikk í 2019 og var nummar fimm á listanum hjá Fólkaflokkinum við 580 atkvøðum til tað valið. Løgfrøðingurin, sum eisini er forseti í FSF, fekk leiklutin sum formaður í tingbólkinum, men tá Jørgen Niclasen tíðliga í ár fór frá sum formaður floksins orsakað av málinum við rúsdrekkakoyring, gjørdist Christian Andreasen nýggjur formaður.

Talan gjørdist tó um undir átta mánaðir í sessinum, og eitt vánaligt fólkatingsval í síðstu viku var eitt lágpunkt. 

- Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.

- Aftur at hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.

Soleiðis orðaði Christian Andreasen seg í skrivinum fyrrapartin. Tá hann varð valdur til formann, peikaðu tey flestu í ting- og landstýrisbólkinum á Beinir Johannesen. Nú 25-ára gamli klaksvíkingurin var fyrstivaldur á fólkaflokslistanum í 2019 við beint undir 1.000 persónligum atkvøðum. Sum skilst fekk hann sjey atkvøður í apríl, tá nýggjur formaður skuldi veljast í apríl - men tað varð Christian Andreasen, ið endaði í sessinum.

Beinir Johannesen gjørdist ístaðin formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Vegna tingbólkin sendi hann stutt eftir fráboðanina hjá Christiani Andreasen fyrrapartin skriv út, har tað stendur, at tað ikki er nøkur loyna, at tey í flokkinum eru sera hørm um, at formaðurin hevur valt at leggja frá sær, og at nú skal álvarsliga støðan viðgerast innanhýsis á floksleiðslufundi.

Spurningurin er so, hvør niðurstøðan verður á hesum fundi, sum byrjar seinni í dag, og um tað verður Beinir Johannesen, sum ymiskt bendir á, ella ein annar persónur, sum skal leiða flokkinum í valstríðnum og víðari fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder