Innanlands

Váttað: Christian Andreasen stillar ikki uppaftur

Formaðurin hevur ikki neyðugu undirtøkuna í tingbólkinum – tí fer hann frá sum formaður og stillar ikki upp til valið 8. desember

Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt fólkatingsval. Men tað er ikki einasta orsøk til at Christian Andreasen leggur frá sær (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt fólkatingsval. Men tað er ikki einasta orsøk til at Christian Andreasen leggur frá sær (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-10 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú váttað, at Christian Andreasen hevur sagt seg frá sum formann í Fólkaflokkinum. Í tíðindaskrivi í dag sigur hann, at orsøkin er vánaliga fólkatingsvalið, bæði hjá flokkinum og honum persónliga. Men orsøkin er eisini, at formaðurin ikki hevur havt neyðugu undirtøku í tingbólkinum.

Eitt nú var avgerð tikin um uppstillingina til fólkatingsvalið í móti tilráðingini hjá formanninum.

Skrivið hjá Christian Andreasen er soljóðandi:

Sum øllum kunnugt, fekk Fólkaflokkurin eitt vánaligt val á seinasta fólkatingsvali.

Orsakirnar til hesa afturgongd er helst fleiri, men serliga var tað uppstillingin hjá flokkinum, sum bleiv gjørd móti míni tilráðing.

Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.

Aftur at hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.

Tá soleiðis er, meti eg ikki, at eg eri tann rætti persónurin at standa á odda fyri flokkinum. At standa á odda fyri flokkinum krevst ein persónur, sum flokkurin og serliga tingmanningin kann savna seg um.

Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.

Eg fari sostatt úr politikki og fari aftur at virka sum advokatur fulla tíð.

Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava veitt mær stuðul seinastu árini.

Eg fari at ynskja flokkinum bestu eydnu í valstríðnum og eitt gott val.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder