Tað er ikki serliga tespiligt veður kring landið, og hetta hevur havt sína ávirkan í gjár og fer eisini at hava sína ávirkan á ársins seinasta degi.
Sí eisini:
Regn og vindur nýggjarsaftan
Eingin sigling á Suðuroyarleiðini í dag
Vaktleiðarin á løgreglustøðini kunnaði í morgun um, at fýra vindskaðar eru fráboðaðir í gjárkvøldið ella í nátt.
Í Klaksvík var tað ein rútur, í Vági var tað ein hurð, í høvuðsstaðnum var ein byggipallur koppaður, og so hendi eisini ein lítil skaði uttanfyri eini privathús á Argjum.
Eingin var skaðunum var heilt stórur, upplýsir vaktleiðarin.
Gamlaárskvøld eru vanligt nógv virksemi við fýrverki og bálum. Umstøðurnar til hetta síggja einki serligar út. Loyvi skulu gevast til at hava bál, og ein fyritreyt er vanliga, at miðalvindferðin ikki er hægri enn 15 m/s.
Tað sær út til at fara at ríða um snarið við júst hesum - sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald