- Eg haldi ikki hetta er serliga hugaligt, sigur Hanus Kjøbro, veðurmaður um veðrið nýggjársaftan. Tað segði hann í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld.
Tí tað sær nevniliga ikki tespiligt út í morgin við veðrinum, og tað eru vánalig líkindi til bál og fýrverk.
Frá klokkan 10 er samdrigið og regn og tað heldur fram allan dagin. Frá middegi og út á seinnapartin eru 15-20 metrar um sekundið av eystri, og tað verður veðrið til nátturðatíð í annaðkvøld.
Tá minkar vindurin eitt sindur, og tað verða 13-18 metrar um sekundið av eystri, og sum kvøldið líður niður í 10-15 metrar um sekundið av eystan. Tað verður fyri tað mesta regn, men í støðum vátakavi.
Veðrið frægari í vestara parti av Føroyum
Sum við øllum ættum, er tað ringast har vindurin fyrst rakar. Tað eru eystastu partarnir av Føroyum: Í norðoyggjum, eystursíðuni á Eysturoynni og tann vegin suður, greiðir Hanus Kjølbro frá.
Inn millum firðir og sund er meira ójavnt. Kanska minni vindur, men hvirlur uppi í. Longur vestur eftir vit fara, er tað eitt sindur frægari, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað ikki er serliga stór óvissa við hesari veðurforsøgnini, men vit kunnu vóna, at brúgvalagið sum kemur við øllum regninum og vindinum fer norður um okkum skjótari enn tað í kvøld verður væntað. Í so fall verður eitt sindur frægari veður í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald