Fyrr í kvøld lendi Atlantic Airways á fyrsta sinni í rutuflúgving á Stewart International Airport, sum er nærhendis New York.
Hetta var um 19-tíðina lokala tíð.
Túrurin tók nakað yvir seks tímar og umborð vóru umleið 70 fólk.
Lítið hátíðarhald var á flogvøllinum í sambandi við fyrsta túrin, og fagnaður var, nú Atlantsflog hevur tikið upp flúgving millum Vágar og New York bý.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, kliptu snórin saman við umboðum frá floghavnini.
Fimm túrar verða gjørdir vestur um hav til býin, sum ongantíð svevur.
Stórur tíðarmunur er á New York og Føroyum. Klokkan er trý um náttina í Føroyum, men í New York er klokkan bara 22 í skrivandi stund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald