Innanlands

Fyribils skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu

Annika Joensen hevur viðkomandi royndir sum varaskúlastjóri í skúlanum

2026-05-21 12:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Anniku Katrin Joensen í fyribilsstarv sum skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu frá 15. mai 2026 at rokna.

Annika er 47 ára gomul og býr í Saltangará. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2003 veit miðilin eyp.fo at siga.

Annika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, eisini á serøkinum.

Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder