Innanlands

Fyrilestur um at taka upp Sirius í Norðurlandahúsinum

13. november verður fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Lasse Rahbek fer at greiða frá, hvussu tað var at arbeiða í 32 kuldastigum, fáa frostsár, standa á skíð við síðuna av hundasletuni, og altíð vera til reiðar við upptøkutólinum, tá øll eru móð og undir trýsti

2023-11-06 15:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kavastormar, frostsár, hvítabjarnir og vandamikil náttúra. Í trý ár fylgdi myndamaðurin og leikstjórin, Lasse Rahbek, Danmarkar servanda herliði í Arktis, sletupatruljuni Sirius, fyri at filma trupla og áhugaverda arbeiðið hjá Siriuspatruljuni í Landnyrðingsgrønlandi.

Úrslitið av hesum gjørdist heimildarsendingin Sirius hjá DR1, sum longu er blivin sædd omanfyri eina millión ferðir.

Nú vitjar Lasse Rahbek í Føroyum fyri at greiða frá sínum arbeiði og upplivingum hesi trý árini.

Hann fer m.a. at greiða frá, hvussu tað var at arbeiða í 32 kuldastigum, fáa frostsár, standa á skíð við síðuna av hundasletuni, og um altíð at vera til reiðar við upptøkutólinum, tá øll eru móð og undir trýsti. Hann fer undir fyrilestrinum eisini at vísa myndir og filmsbrot. Aftaná fyrilesturin verður høvi at spyrja spurningar.

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum, 13. novembur kl. 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder