Innanlands

Fyrra hálvár hilnaðist væl hjá Føroya Banka

Føroya Banki kunnger í dag roknskapin hjá samtakinum fyri fyrra hálvár, ið royndist væl á øllum virkisøkjum. Avlopið var 154 mió. kr. eftir skatt, sum er betri enn upprunaliga væntað og merkt av stakinntøkum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-05 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Gongdin í fyrra hálvári var góð, og nógv virksemi var á bæði føroyska og grønlendska marknaðinum. Tað sást millum annað aftur í samanlagt hækkandi útlánum og realkredittlánum til vinnukundar og privatkundar í báðum londum. Fíggjarstøðan hjá húsarhaldum og fyritøkum er sum heild góð, og í fyrra hálvári vóru fáar umbønir um gjaldsskáar, og vit staðfestu fá trot og tap. Rentustøðið er lækkað munandi hetta seinasta árið, og tað lættir um hjá kundum, ið hava lán í bankanum, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Dótturfeløgini stóðu seg væl
Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum er í stóran mun merkt av stakinntøkum og góðu gongdini hjá dótturfeløgunum. Stakinntøkurnar stava frá sølu av einum bygningi og frá feløgum, ið bankin hevur ognarlut í. Trygd hevði eitt sera gott hálvársúrslit, og ársins fyrstu seks mánaðir hjá Skyn hilnaðust eisini betur enn væntað.

Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og í fyrra hálvári vóru umleið 250 ognir alment til sølu samanborið við umleið 215 ognir sama tíðarskeið í fjør. Hóast útboðið er hækkað, er tað framvegis lágt í mun til eftirspurningin, og í nógvum førum verða ognirnar seldar eftir stuttari tíð.

Framvegis góð innlánsrenta
Innlánini hjá bankanum hækkaðu við 13% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

– Hóast rentan er lækkað so líðandi hetta seinasta árið, bjóða vit framvegis eina lutfalsliga góða rentu á okkara samansparingarkontum og hárentukontum. Vøksturin í innlánum vísir, at kundarnir velja at gagnnýta henda møguleika, og samstundis er nú lættari enn nakrantíð at spara saman, tí nú ber til at stovna egnar kontur beinleiðis í netbankanum, sigur Turið F. Arge.

Bankin hevur hetta seinasta árið eisini sæð ein vaksandi áhuga fyri at seta pening í íløgur, so hvørt sum innlánsrentan er lækkað.

Bankin metir útlitini fyri restina av árinum vera góð og væntar, at ársúrslitið verður millum 235 og 265 mió. kr. Væntanirnar eru tó, sum altíð, knýttar at óvissu, har nú serliga geopolitiskt órógv, møguligt handilskríggj og rentugongdin kunnu fáa ávirkan á gongdina í øðrum hálvári.

Roknskapurin í stuttum
• Úrslitið fyri skatt var 190 mió. kr.
• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 142 mió. kr.
• Útlánini vóru 9,7 mia. kr.
• Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.
• Innlánini vóru 10,4 mia. kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder