Innanlands

Fyrrapartar á FM1 spekkaðir við lívi og hugna

Heri Wang Danielsen hevur í summar fyrrapartssending á FM1. Lagt verður fyri týsmorgunin klokkan 10

Heri Wang Danielsen er vertur í nýggju summarsendingini á FM1

Heri Wang Danielsen er vertur í nýggju summarsendingini á FM1

2026-06-15 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartarnir á FM1 fara í summar at verða fyltir við lívi og hugna.

Heri Wang Danielsen verður vertur fyri nýggjari fyrrapartssending á FM1, sum verður send týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan 10-12.

- Hetta verður ein sending við evnum, samrøðum og føstum táttum umframt livetónleiki hósdagar, sigur Heri Wang Danielsen.

- Tað verður gott lag og lurtarin er eisini stórur partur av sendingini, leggur hann afturat.

Byrjað verður í morgin týsdagin klokkan 10, og tá verða evnini próvtøkutíð hjá miðnámsskúlanæmingum og hægri lesandi umframt at prátað verður um HM.

Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder