Til bygdaráðsvalið í Eiðis kommunu týsdagin 12 november hevur valnevndin góðkent tveir listar av valevnum.
Soleiðis skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu sínari.
Tíggju fólk eru á hvørjum lista:
Til ber eisini at síggja teir á eidi.fo
Fimm av sjey núverandi bygdaraðslimum stilla uppaftur. Tvey gera ikki.
Talan er um Fríðu Jóinsdóttir Joensen og Rógva Egilstoft. Síðstnevndi fekk nógv flest atkvøður í 2020 sat sum borgarstjóri fyrsta part av setuni, men eftir at Rógvi fór í barnsburðarfarloyvi 1. februar, kom hann ikki aftur í sessin. Hann helt fram í bygdaráðnum men stillar ikki uppaftur.
Sí eisini: Rógvi Egilstoft fer ikki aftur í borgarstjórasessin
Annsy Høghamar tók við sessinum, og borgarstjórin stillar aftur upp. Tað ger varaborgarstjórin Tonny Kruse eisini - hann fekk næstflest atkvøður seinast.
Tá stillaði Jógvan í Skorini ikki upp. Hann gjørdist í 2012 yngsti borgarstjóri í Føroyum nakrarntíð, bert 26-ára gamal, og var greiður toppskjútti á valinum í 2016 við tvífalt so nógvum atkvøðum sum nummar tvey.
Lærarin valdi tó ikki at stilla uppaftur í 2020. Nú er hann aftur á Lista A.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald