Fyrrverandi danski uttanríkismálaráðharrin Uffe Ellemann-Jensen, andaðist í nátt, 80 ára gamal.
Tað skriva danskir miðlar í morgun.
Uffe Ellemann-Jensen var formaður í Vinstra í tíðarskeiðnum 1984 til 1998, og var pápi til núverandi formannin í flokkinum, Jakob Ellemann-Jensen.
Uffe Ellemann-Jensen bleiv valdur inn í fólkatingið fyri Vinstra í 1977 og var uttanríkismálaráðharri í tíðarskeiðnum 1982 – 1993 – og harvið tan longst sitandi uttanríkismálaráðharrin eftir seinna heimsbardaga. Hann gavst í fólkatinginum í 2001 eftir at hava verið tingmaður í nærum 25 ár.
Seinastu tíðina stríddist hann við krabbamein, og gjørdist honum greitt, at hann ikki fór at sleppa undan við lívinum. Uffe Ellemann-Jensen hevði lagt sína egnu jarðarferð til rættis og valt sálmarnar.
Eftir sita konan, Alice Vestergaard og fýra børn, sum, umframt Jakob Ellemann-Jensen eru Claus Ellemann-Jensen, fólkatingslimurin Karen Ellemann, og Helene Ellemann-Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald