Amerikanska fregnartænastan CIA gjøgnumførdi í farnu viku eitt dronuálop móti eini havn í Venesuela. Tað skriva amerikanskir miðlar, eitt nú CNN og New York Times, frá ónavngivnum keldum.
Um hetta er so, so er tað fyrstu ferð, at USA fremur álop móti máli á landi, síðan Trump-stjórnin byrjaði sína herferð móti stýrinum hjá Nicolás Maduro í Venesuela.
Afturi í oktober segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann hevði givið CIA loyvi til at fremja loyniligt virksemi inni í Venesuela aftur at álopunum móti ‘narkobátum’ í Karibiska havinum, sum longu tá vóru byrjað.
Annan jóladag greiddi Trump í eini útvarpssamrøðu frá, at USA hevði rakt eitt “stórt virki, haðani narkobátarnir koma”. Hesi tíðindi vaktu ikki stórvegis ans tá.
Í gjár fekk hann aftur spurningar um álopið, og hann váttaði aftur, at eitt álop var framt, men hann vildi ikki siga, júst um tað var CIA, sum framdi tað,
- Tað var ein stór spreinging í havnini, har bátarnir við narkotika verða lastaðir, segði Trump.
Sambært honum er havnin ikki virkin longur.
Sambært upplýsingum, sum amerikanskir miðlar hava fingið fatur á, vendi dronuálopið sær móti eini havn, sum USA hevur illgruna um verður brúkt av venesuelska brotsfelagsskapinum Tren de Aragua til at goyma og avskipa narkotika.
Júst hvar henda havnin er, er framvegis ógreitt, men álopið skal vera framt jólaaftan. Ongin doyði í atsóknini.
USA hevur enn einki prógv lagt fram, sum vísir sambandið millum Tren de Aragua og stjórnina hjá Maduro.
Yvir 100 fólk hava latið lív í álopum, sum USA hevur framt móti 30 bátum, ið verða sagdir at hava smuglað narkotika í Karibiska havinum og Kyrrahavinum. Hesi álopini eru framd í altjóða sjógvi.
Trump hevur eisini givið boð um at steingja oljuútflutningi úr Venesuela og forðar oljutangaskipum at koma til ella úr Venesuela.
Harumframt hevur USA lagt hald á oljutangaskip, ið hava ligið út fyri Venesuela. Ivasamt er um hetta virksemið yvirhøvur er lógligt, skrivar Reuters.
Støðan millum USA og Venesuela er nú enn meira spent eftir at tað er váttað, at USA hevur framt álop á landi í Venesuela.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald